Home Fólk og Samfelag Nú kanst tú søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringsbøtum

Nú kanst tú søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringsbøtum

by Lagt út ÓML
Ítróttaøki Í Gundadali 2650Px

Nú ber til at søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringbøtum, tú hevur fingið fyri ólógliga parkering í parkeringssonuni í Gundadali í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023.

Niðanfyri er leinki til talgilt umsóknarblað. Saman við kravdum upplýsingum, so sum navn og kontonummar, skal umsøkjari viðfesta bótina og kvittan fyri, at bótin er goldin. Ber ikki til at finna upprunaligu bótina, mást tú útvega tær nýggja útskrift av bótini frá løgregluni.

Umsóknin má vera kommununi í hendi í seinasta lagi 5. januar 2024.

Trýst á leinkið niðanfyri og fyll kravdu teigarnar út.

Umsókn um afturrindan av parkeringsbót

You may also like

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More