Fongsulsrevsing fyri skammfaring av seyði

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 måneder ago
Updated 2023/11/23 at 11:33 PM
Savnsmynd 24.FO

Eystari Landsrættur hevur dømt ein mann treytaða fongsulsrevsing fyri skammfaring av seyði.

Eystari Landsrættur viðgjørdi í síðstu viku eitt mál um brot á djóravælferðarlógina.

Í málinum var ein maður ákærdur fyri í eitt longri tíðarskeið fram til 31. januar 2018 tilætlað ella við grovum ósketni at hava vanrøkt seyð undir viðurskiftum, sum vóru at meta sum skammfaring. Maðurin var ákærdur fyri ikki at hava givið seyðunum nøktandi fóður og vatn, av tí at tað í fjósinum vóru funnir 50-60 seyðir, sum allir vóru rak ella kaldarak. Fýra seyðir vóru deyðir, og tveir av hesum høvdu ligið deyðir í fleiri samdøgur.

Niðurstøðan hjá Føroya Rætti var, at maðurin ikki hevði ansað seyðin á nøktandi hátt, men rætturin metti ikki at talen var um skammfaring. Maðurin bleiv dømdur eina sekt uppá 10.000 kr.

Ákæruvaldið kærdi dómin við pástandi um, at maðurin skuldi dømast fyri skammfaring, og at maðurin skuldi dømast eina fongsulsrevsing.

Í dóminum frá Eystara Landsrætti er niðurstøðan, at í øllum førum fyri teir fýra seyðirnir, sum vóru funnir deyðir, var talan um skammfaring. Landsrætturin leggur dent á, at seyðirnir vóru kannaðir, og at kanningin vísti, at vemburnar vóru tómar. Landsrætturin staðfestir, at hetta er at meta sum skammfaring.

Av tí at landsrætturin broytti dómin soleiðis, at maðurin bleiv dømdur fyri skammfaring, bleiv revsingin broytt til 20 daga treytaða fongsulsrevsing.

Kelda:politi.fo

Share this Article