Tíðindaskriv Kambur frá MRCC

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 uger ago
Updated 2024/02/06 at 8:54 PM

Um 7-tíðina í morgun sendi Kambur neyðarkall. Skipið hevði fingið nógva slagsíðu, og ætlanin var at fara í bátarnar. Tíðindaskriv MRCC Tórshavn 06.02.2024 kl. 12.00

Skip á leiðini settu beinanvegin kósina á staðið har Kambur var staddur. MRCC sendi MayDay Relay fyri at kunna um støðuna. Boð vóru send til Brimil og tyrluna og onnur skip í økinum. Men støðan versnaði so skjótt umborð á Kambi, at áðrenn fyrstu eindirnar komu á staðið, hevði Kambur lagt seg nógv á liðina, at manningin stóð á skipssíðuni.

Tyrlan fekk tikið 13 menn av skipssíðuni og flutti teir til Suðuroyar Sjúkrahús og fór so útaftur til neyðstadda skipið. Ein maður afturat bleiv tikin av og fluttur til lands. Manningin taldi 16 í alt, so tveir menn eru saknaðir.

Leiting eftir teimum saknaður verður nú sett í gongd, og Brimil samskipar leitingina. Umstøðurnar eru vánaligar á staðnum.

Tíðindaskriv Kambur nr 2

Tað hevur verið leitað allan seinnapartin eftir teimum báðum saknaðu í økinum har Kambur sakk. Fleiri skip eru komin afturat at leita. Nevnast kann íslendsku Hoffell og Bardi, írski Sheanne, russiski Lazurny. Sum nevnt samskipar Brimil leitingina á staðnum.

Skipini hava funnið vraklutir, sum stava frá Kambi.

Eitt bretskt P-8 flogfar er eisini komið upp í leitingina og danski Challenger flúgvarin er ávegis og verður on scene kl 1745. Hann kann vera á staðnum í tríggjar tímar.

Vindurin er nógv minkaður, men tað er framvegis tung alda. Ætlanin er at leita so leingi, sum til ber.

  1. feb kl 16.40 MRCC Tórshavn mynd fra MRCC

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *