Hetta skrivar Hagstova Føroya og spurningurin um vit sum land eru við eitt vegamót. Tú kanst lesa meira á Hagstovu Føroya
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í august
Tað er 0,2 prosentstig hægri enn í august mánað í fjør, tá tað var 0,7 prosent.

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í august, sum svaraði til 287 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 201 fulltíðararbeiðsleysum.
Innflutningurin minkaður 982 milliónir krónur
Innflutt varð fyri 5,9 milliardir krónur fyrstu sjey mánaðirnar av 2024. Tað er góð 14 prosent ella 981,7 milliónir krónur minni enn sama tíðarskeið í 2023.
Útflutningurin av fiskavørum minkaður 292 milliónir krónur
Fyrstu sjey mánaðirnar í 2024 hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,3 milliardir krónur. Tað eru 292,4 milliónir krónur minni enn fyrstu sjey mánaðirnar í 2023.
Góð milliard í lønum í august — vøksturin er 6 prosent
1,032 milliardir krónur vórðu útgoldnar í A-skattaðum lønum í august. Tað eru 54,6 milliónir meira samanborið við sama mánað í fjør, sum svarar til ein vøkstur á 6 prosent hendan mánaðin.
Kelda: Hagstovan