Home Fólk og Frítíð Fagnaðarløta fyri megnar rógvarum

Fagnaðarløta fyri megnar rógvarum

by Lagt út ÓML

Leygardagur 11. januar 2025 var ein søguligur dagur fyri ítróttin í Eiðis kommunu, tá Sirið Andrassardóttir Mørkøre og Victoria Høghamar gjørdust fyrstu limirnir hjá Eiðis róðrarfelag á landsliðnum, eftir frálík úrslit til DM kappingina í Gladsaxe.

Í 3. minuttirs róðrinum streyk Sirið avstað við gullinum, og beint eftir hana kom Victoria á mál sum nummar 2. Í 200 metra sprintinum vóru plássini býtt um, tá Victoria vann gull og Sirið var beint í hølinum á Victoriu, sum nummar 2.

Týsmorgunin 14. januar var Kolshøll karmur um fagnaðarløtu fyri hesum dugnaligu og søguligu rógvarunum. Jógvan Olivur Kallsoy, umboð fyri Eiðis róðrarfelag, bjóðaði spentu og erpnu fjøldini vælkomnari og gav orðið víðari til  Jógvan í Skorini, borgarstjóra. Borgarstjórin vísti á, at talan er um eitt stórt ítróttarligt bragd, og at hetta er stór hending fyri bygd, kommunu og land.

Eftir orðini frá borgarstjóranum, fingu Sirið og Victoria handað blómutyssi og gávukort ímeðan lógvabrestirnir ljómaðu um høllina.

Eiðis kommuna vil við hesum ynskja Sirið A. Mørkøre, Victoriu Høghamar og Eiðis róðrarfelag hjartaliga tillukku við bragdinum.

Kelda & myndir: eidi.fo 14. januar 2025

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More