Home VinnaVinna & Samfelag Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið bjóðar til kveikingardag um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið bjóðar til kveikingardag um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni.

by Lagt út ÓML

Kveikingardagurin er ætlaður teimum, sum hava hugskot um vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan í fiskivinnuni. Talan kann eisini vera um Ph.d.-verkætlanir. Tað er eitt krav, at verkætlanirnar eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn.

Um tiltakið

Fiskivinnuroyndir er umskipað í mun til undanfarin ár, har størri dentur nú verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan.

Freistin at senda inn umsóknir er mánadagin 28. apríl 2025 kl. 12:00.

Í hesum sambandi skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri einum degi við framløgum og verkstovum, sum vónandi fara at knýta sambond og kveikja hugskot um áhugaverdar verkætlanir innan raðfestu økini virðisøking “Alt í land” og burðardyggan fiskiskap.

Umboð fyri granskingarumhvørvið og vinnuna hava framløgur, og eisini vera verkstovur um raðfestu økini.

Dagurin verður hildin á Frælsinum, í gamla Venjingarskúlanum, í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Tilmelding fer fram her. Leinki

Skráin

Kelda & tekning fisk.fo februar 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More