Nú í kvøld siti eg og hugsi, tankarnir reika til sjómannin sum skal til kanningar á LS. Tí opið skriv til landsstýriskvinnuna um tvey mál.
Skipið skal avstað aftur og tað er besta fiskitíð vetrarhálvuna, men tíðin sum sjómaðurin hevur fingið ger at hann ikki kann fara við aftur og siga tey at tað ikki er møguligt at broyta tíðina og so missir sjómaðurin ein túr. Kom at hugsa um kontór mannin sum býr í miðstaðar økjunum. Hann kann fara til læknan í arbeiðstíð og í ringasta føri verður hann trektur og missir ein dag góðar 1000 kr. Men sjómaðurin sum skal til kanningar missir ein túr uppá 5 til 6 vikur og við høgum prísum og góðum fiskiskapi so kann hann lættliga forvinna góðar 100.000,00 kr í hesum tíðarskeiðinum. Kom eisini at hugsa um at man tað ikki verða mangur sjómaður sum ikki fer til neyðugar kanningar tí hann ikki vil missa teir góðu túrarnar í bestu fiskitíð. Kundi tað ikki bori til at ringt til kontór mannin og sagt kunnu vit flyta tíðina hjá tær frá týsdegnum til hósdagin. Og so ringt til sjómannin og sagt vit hava eina tíð nú týsdagin. Trúgvi ikki tað er so trupult um viljin er til tað. So slapp sjómaðurin avstað aftur og landskassin hevði ikki mist einar 50.000 kr. í skatti og MVG. Hetta er nokk tað tey kalla ein win win situation.
Mál nummar 2 læknalyftið og eingin játtan tøk.
Vit hava eitt gott heilsuverk, tó skulu nakrar tillagingar gerast, so borgarin veit um játtan er tøk til viðgerðir uttanlands ella ikki.
Neyðugt er at læknin kunnar sjúklingin um, at eingin játtan er tøk og tí kunnu vit ikki senda teg á danskt sjúkrahús, so um tú sjálvur hevur fíggjarliga orku ella tryggingar, so mæla vit tær til, at søkja læknahjálp uttanlanda fyri at betra um tínar møguleikar at yvirliva, Vit fáa ikki gjørt meira í ár, tí játtanin sum vit hava frá politiska mynduleikan er brúkt. Man tað ikki vera ein partur av læknalyftinum ?
Kanska landsstýriskvinnan í heilsumálum fer at spyrja á LS um tey ikki kundi broytt mannagondir, tað hevði verið kærkomið.
Óli M. Lassen,reiðari & ábyrgdarstjóri á 24FO.NEWS