Í dag umleið klokkan 5 hendi eitt ferðsluóhapp har tveir bilar rendi saman millum tunnilsmunnarnar millum Árnafjørð og Hvannasund.

Talan var um tveir persónbilar og vóru tað tilsamans 4 fólk í bilunum ið blivu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan gjørdi kanningar á staðnum og vóru tryggjar sjúkrabilar eisini sendir á staðið í samband við ferðsluóhappið. Tað ljóðar at fólkini í teimum báðum bilinum ikki hava fingið stórvegis skaða, men meta vit ikki at tað er lætt at staðfesta hetta, beint eftir eitt óhapp og tí vil bara tíðin vísa hvussu fólkini fara at hava tað í framtíðini.

Eg tosaði einaferð við ein mann sum var komin út fyri eini ferðsluvanlukku, og støðleiðarin hevði sagt við UVF at talan ikki var um stóran ella álvarsligan skaða, men maðurin segði við meg. Eg veit ikki um hetta ikki er álvarsamt. Hann er i dag hart raktur og er førleika skerdur meira enn eini 50% til 80%.
Tí er tað ein óskikkur at støðleiðari á løgreglustøðini úttala seg um støðuna á skaða staðnum, áðrenn fólk eru komin til kanningar á einum sjúkrahúsið.

