Tað er hugstoytt at Landsstýrismaðurin hjá Framsókn skal verða oddamaður fyri hesum virksemið og góðkenna at POSTA kappast við privatu flutningsvinnuna um útkoyring av pakkum og enntá útkoyran av mati í Tórshavn.
Tey seinastu árini og nú landfast er millum flestu oyggjarnar, hava fleiri nýggjar fyritøkur ment seg til at veita sera góða og skjóta tænastur til føroyska vinnulívið. Tí er óneyðugt at tað almenna trokar seg inn á hendan marknaðin.
Eitt sindur um POSTA
Almenna partafelagið Posta fekk 40 miljónir í stovnsfæi frá landinum, tey hava selt allar bygningar og posthús uttan tað á Óðinshædd. Í 2010 fekk POSTA monopol upp á útbering av lýsingarbløðum, tá Prentmiðstøðin var niðurløgd.
Hóast allar hesar fíggjarligu fyrimunir og marknaðarfyrimunir, hjálp og kunstigar andadráttir, so hevur almenna partafelagið: 7 miljónir í halli. Harumframt hevur Posta eitt rentu og avdráttarfrítt ábyrgdarlán frá Landskassanum upp á umleið 30 miljónir krónur. Nú skulu tey so yvirliva fíggjarliga við at kappast við Føroysku flutningsfyritøkurnar, her kann nevnast: Flyt, Safari, Norlink, SP/F Petra og øðrum privatum flutningsfyritøkum.
Spurningurin er um hetta kann ávirka onkrar av hesum fyritøkum so álvarsliga at tað kann taka taka lívið av hesum fyritøkum. Tað er pura óneyðugt við almennum flutningsfelag til pakkapost tá hesar fyritøkur á fullgóðan hátt megna at nøkta tørvin hjá vinnuni.
POST hevur eisini enn fleiri skyldur
Tá Postverkið var yvirtikið í 1976, yvirtók Postverkið 76 tænastumenn, sum gjørdust starvsmenn við sama eftirlønarrætti sum tænastumenn.
Eftirlønir hjá Postverkinum vóur 9,7 mió. kr. í 2023, og verða mettar til 9,8 mió. kr. í 2024. Roknað verður við 10,1 mió. kr. í 2025.
POSTA eigur at hugsavna seg um kjarnuuppgávuna
Tað er at fáa brøv skjótt og gott kring landið.
