Eitt ið hevur eyðkent og verið við til at mynda okkum sum tjóð hevur verið siglandi fólkið, og teirra stóra íkast til føroyska samfelagið.
Nú sær út til, at sitandi samgonga ætlar at brand skatta /dupultskatta hesar persónar fyri at tvinga tey at koma aftur til Føroyar at arbeiða. Flestu av hesum er specialistar ið arbeiða í einum altjóða umhvørvið, nógv teir flestu eru yvirmenn í flotanum hjá Danmark og Noreg og hópin av føroyingum arbeiða í offshore vinnuni sum hevur fólk bæði á sjógvi og landi. Eisini her er talan um føroyingar við servitan arbeiðsformenn inna el-fakið, specialistar í eru við til at flyta heilar boruplattformar.
Fyrst eru teir raktir av, at norska krónan er lækka munandi og er hon í dag 0,64 oyru í mun til donsku krónuna. Men vanligt hevur verið at kursurin á norsku krónuni hevur verið hægri enn danska krónan.
Sjómenn og fólk í frálandavinnuni finna aðrar leiðir
Tosaði í dag við ein í Felagnum Antares og segði hann at longu nú eru fleiri farnir yvir í DIS, í gjár tosaði eg við ein sum í mong ár hevur arbeitt sum elektrikari í Noreg í oljuvinnuni og segði hann at nú fór hann at flyta adressu til Danmarkar. Hann fer at keypa sær eitt hús í Jyllandi og fáast tey fyri alt frá 300.000 kr til 500.000 kr. Hetta er talan um vanlig sethús í útjaðaranum í norðurjyllandi sum eru klár at flyta inn í og sum eisini eru vælegnað til summarhús.
At halda at hesir sjómenn og specialarbeiðarar koma heima til 40 tíma arbeiðsvíku við vánaligari úrtøku er bláoygt.
Tað er lætt at sita í Tinganesi og renna niðan í Vinnuhúsið at hugleiða um hvussu tit saman kunnu broyta føroyska arbeiðsmarknaðin og niðurlaga maritimu Føroyar, sum í áratíggjur hevur veri berandi fundamenti tá á stendur.
So eg má ynskja tykkum tillukku við bragdinum at styggja navigatørar, maskinmenn, elektrikarar, fiskimenn v.m. av landinum. Flest allir specialistar innan teirra økið.
Hetta skrivar formaðurin í ANTARES á www.antares.fo
Vit hava í eina tíð víst á, at:
– fólk longu eru farin at leita sær til aðrar skipanir, sum einki avkast lata í føroyska landskassan.
– fólk longu hava flutt adressu av landinum.
– bankarnir nú eru farnir at krevja øðrvísi lánitreytir frá fólki, sum starvast uttanlands, tí lánistovnarnir eisini duga at síggja, at hetta verður ein stórur fíggjarligur smeitur fyri hendan bólkin av føroyingum.
Magni Skaale
Formaður Antares
Óli M. Lassen ábyrgdarstjóri & reiðari
24fo.news