Tað er ótrúliga positivt, at Bakkafrost fer at raðfesta og byggja út á virkinum í Svínoy.
Eg var fyri nøkrum árum síðani og vitjaði rognkelsisstøðina, har Sjúrður Jacosen, sáli, eldhugaður greiddi frá. Hann elskaði frambrot og hevði eitt brennandi hjarta fyri Svínoynni.
Ein íløga á 30-40 mió. kr. fer heilt víst at síggjast aftur, og gott at vinnulívið í øki okkara enn einaferð er valt til, tá ið fyritøkur velja at byggja.
Týdningarmikið fyri Svínoy, at virksemið í oynni verður raðfest og uppstigað.
At nakrar íbúðir eisini vera bygdar úti í Svínoy, sum partur av hesari bygging, er bara gott afturat ![]()
