Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Eingin tunfiskaveiða undir Føroyum – Fiskimálaráðið gevur ikki loyvi

Eingin tunfiskaveiða undir Føroyum – Fiskimálaráðið gevur ikki loyvi

by Fróði Lassen

Havið kring Føroyar er fult av uppsjóvarfiski, ferðandi fiskastovnum og uttanfyri føroyska sjómarkið er hópin av japanskum tunfiskiskipum, hví ikki Føroyar.

Føroysk feløg hava í 2024 søkt um tunfiskaloyvið, men hevur Fiskimálaráðið nokta við tí grundgeving, at tað eru útskrivað umleið 5 tunfiskaloyvir, bæði til størri fiskifør og til smærri útróðrarbátar. Men hesi feløg sum hava fingið hesi royndarloyvir hava ikki gagnnýtt tey rættindi tey hava fingið.

Føroysk tunfiskaveiða hevur ikki verið nú í eini 20 ár, línuskipið ÅGOT gjørdi nakrar spennandi royndir. Tí kann tað undra almikið, at Fiskimálaráðið ikki hevur strongt á at fáa veruligar royndir aftur, men hevur latið feløg sovið á loyvinum í áravís og nokta etableraðum reiðaríum at gera tunfiskaroyndir. Við nógva uppisjóðar fiskinum sild og makrel kring Føroyar er lítil ivi um, at her eisini er tunfiskur, og kemur tað meir enn so fyri, at pelagisku skipini fáa tunfisk, men sum vit skilja, so er hesin ikki skrásettur. Tíðin er til at landið stuðlar veruligum tunfiskaveiðu.  

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More