torsdag, januar 15, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Fiskamarknaður Føroya – Meting landingar og fiskiskapur.

Fiskamarknaður Føroya – Meting landingar og fiskiskapur.

0 comments

Streymurin er harður og veðri verður heldur óstøðugt, so vit vanta ikki nógvan útróður, men okkurt verður. Allir ísfiskatrolarirnir liggja við bryggju, men fara helst avstað í vikuni. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men vantandi fer annað avstað í vikuni. Hetta er brot úr metinginin hjá FMF 28 mars 2025.

Meting fyri viku 14, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men vantandi fer annað avstað í vikuni. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, trý eru við ella ávegis til Eysturgrønland og tvey eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Meting fyri viku 14, 2025

Samandráttur.

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men vantandi fer annað avstað í vikuni. Tvey frystilínuskip eru við Ísland, trý eru við ella ávegis til Eysturgrønland og tvey eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er harður og veðri verður heldur óstøðugt, so vit vanta ikki nógvan útróður, men okkurt verður.

Djúpvatnstrolarar: Allir ísfiskatrolarirnir liggja við bryggju, men fara helst avstað í vikuni.Ein frystitrolari fiskar svartkalva.

Partrolarar: Allir partrolarirnir, uttan tvey pør, eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt. Teir fáa eisini nakað av hvítfiski, serliga hýsu og hvíting.  Fleiri pør landa í vikuni.

Trolbátar: Fýra eru norðanfyri og koma vantandi allir at landa fyrst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa allir í vikuni

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira