I dag vóru fleiri vinfólk úr 3 flokki í Klaksvík farin ein túr til Árnafjørð at spæla á sandinum og í ánni við Kirkjuna.
Vinfólkini vóru Franklin, Samuel, Petur, Aron, Kristoffur, Heidi og Emma. Byrja var at leypa í Bønhús ánna. Bønhúsáin er sunnanfyri kirkjuna. Eftir at hava svomið í ánni, fóru børnini oman á hugnaliga sandin har tey svumu og hugnaðu sær á strondini. Eftir at hava hugna sær á sandinum fingu tey keks og sunkist og so var leiðin aftur til Klaksvíkar.