lørdag, februar 7, 2026
Home Fólk og Frítíð Hepnu vinnararnar av ruddingardøgunum eru funnir

Hepnu vinnararnar av ruddingardøgunum eru funnir

0 comments

Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum hava luttikið í ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni, og hava sent okkum myndir til lutakastið um tvey gávukort á 6000 krónur.

Heili 77 bólkar vóru meldaðir til ruddingardagarnar, sum taldi 4000 borgarar kring alla kommununa. Samlaða nøgdin av ruski var umleið 34 tons.Vinnararnir gjørdust: Eigarafelagið Jørunda/Torkilsgøta í Hoyvík og 8. flokkarnir í Eysturskúlanum.

Tórshavnar kommuna ynskir vinnarunum hjartaliga til lukku.

Kelda & myndir: torshavn.fo 28 mai 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira