mandag, januar 19, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Sjórætturin á føroyskum hondum ólavsøkudag

Sjórætturin á føroyskum hondum ólavsøkudag

0 comments

    

Týsdagin, ólavsøkudag, verður málsøkið sjórættur yvirtikið, og lóggávuvaldið, útinnandi valdið og fíggjarliga ábyrgdin verður tá á føroyskum hondum. Hetta er seinasti liður drúgva arbeiðinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til: Í 2001 varð trygd á sjónum yvirtikið, í 2011 loðslóggávan, í 2020 sjókortini og í 2024 vórðu økini sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin.

“Tað er umráðandi, at vit – sum siglandi tjóð – hava fult ræðið á hesum týðandi málsøki. Vit hava víst í verki, at tað væl ber til at fyrisita hetta økið á ein hátt, ið hóskar til okkara samfelag og viðurskifti, og vit fara eins og frammanundan at leggja stóran dent á at hava eitt gott og dagført regluverk, sum lýkur altjóða krøv og treytir”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í vinnumálum.

Yvirtøkan verður hátíðarhildin miðjan august á Sjóvinnustýrinum.  

Kelda & mynd: uvmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira