torsdag, marts 5, 2026
Home Fólk og Frítíð Væl avgreiddur Conference League dystur á Tórsvølli

Væl avgreiddur Conference League dystur á Tórsvølli

0 comments

Conference League dysturin á Tórsvølli í gjárskvøldið millum HB og Brøndby varð avgreiddur í øllum góðum. Føroya Politi hevði fyrireikað seg væl til uppgávuna, og sum heild hevur alt gingið friðarliga fyri seg.

Friðarlig upptakt til dystin

Seinnapartin í gjár savnaðust nógvir Brøndby-fjepparar á Skálatrøð at hita upp til dystin. Politiið var sjónligt til staðar bæði til upphitingina, og tá ið farið var til gongu niðan í Gundadal.

Onkur smávegis hending fór fram undir dystinum, har m.a. ein áskoðari varð burturvístur av Tórsvølli. Tó varð eingin handtikin undir dystinum, og sjálvur dysturin varð avgreiddur í øllum góðum.

Nógv fólk í býnum í nátt

Nógvir fjepparar fóru í býin eftir dystin, og harafturat vóru eisini nógvir bretar av fregattini, sum liggur í Havn, í býnum.

Í fleiri umførum varð neyðugt hjá politinum at leggja seg upp í spentar støður fyri at fyribyrgja og loysa ósemjur.

Trý fólk handtikin

Trý fólk eru handtikin í nátt fyri brot á skilhaldsreglurnar. Ein teirra varð seinni eisini skuldsettur fyri harðskap ímóti einum politisti. Grundlógarhoyring verður seinni í dag.

Kelda & mynd: politi.fo og politi.dk

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira