søndag, december 7, 2025
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Meting fyri viku 32, 2025

Meting fyri viku 32, 2025

0 comments

Fiskamarknaður Føroya skrivar – Samandráttur.

Línuskip. Eitt frystilínuskip fiskar við Føroyar og so fer eitt á Flemish Kap. Restin liggur við bryggju.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður gott ein stóran part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Brúkiligt fiskarí.

Djúpvatnstrolarar. Bara ein er úti. Vantandi fer onkur í næstum.

Partrolarar: Bara eitt par er úti. Okkurt parið fer út í vikuni. Tvey pør fiska gulllaks.  

Trolbátar: Tveir eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og toski. Ein er norðanfyri og fiskar mest tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni. Onkur fer avstað í vikuskiftinum.

Garnaskip:  Tvey fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa bæði í vikuni.  

Heinta veðri Windy her, frá Veður.fo her ella Belgingur her

Kelda: fmf.fo mynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira