onsdag, november 12, 2025
Home Fólk og Frítíð Anna Lovisa hevur fyrstu konsertina

Anna Lovisa hevur fyrstu konsertina

0 comments

Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum í ár var á Torginum í kvøld – hóskvøldið klokkan 19.

Tá fer evnaríka songkvinnan Anna Lovisa á pallin og fer at seta tónleikapartin á Summar Festivalinum í gongd. 

Anna Lovisa hevur seinnu árini lagt rødd til nakrar kendar sangir – eitt nú “Tað kundi verið eg” og  “Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt” – og hon hevur havt fleiri framførslur. 

Anna Lovisa, sum er 20 ára gomul, spælir gittar og syngur. Hon skrivar sangir og fer at framføra onkran av teimum á Summar Festivalinum. Hon fer eisini at syngja onkur tøkuløg.

Aftrat sær á pallin hevur hon Einar Poulsen, sum spælir elgittar, og Finn Kjølbro, ið spælir gittar, klaver og munnharpu. 

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira