mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Frítíð Væl mannað og sjónligt politi til staðar til landsdystin fríggjadagin

Væl mannað og sjónligt politi til staðar til landsdystin fríggjadagin

0 comments

Landsdystir verða javnan spældir í Føroyum og oftast verða teir avgreiddir í góðum ítróttarligum anda. Til einstakar dystir hava vit tó seinasta árið upplivað ávísar fjepparahópar, sum hava hug at skapa ruðuleika

Politiið er væl fyrireikað og væl mannað til ymisku støðurnar, sum kunnu koma fyri – bæði undan dystinum, undir dystinum og eftir dystin.

Føroya Politi verður til staðar á ymiskan hátt og verður sjónligari enn vanligt í býarmyndini. Endamálið er at tryggja, at føroyska samfelagið kennist trygt, hóast at ein slíkur dystur verður spældur í Føroyum.

Av taktiskum orsøkum ber ikki til at greiða nærri frá, júst hvussu trygdin verður skipað til dystin, og tískil kann heldur ikki væntast, at Føroya Politi svarar fleiri spurningum hesum viðvíkjandi.

Á dystardegnum tann 5. september fer Føroya Politi at koma við regluligari kunning á Facebook síðuni hjá Føroya Politi.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira