søndag, december 7, 2025
Home Fólk og Frítíð Skráin fyri Mentanardagar 2025

Skráin fyri Mentanardagar 2025

0 comments

Skráin fyri Mentanardagar 12. – 21. september 2025, er nú klár og tøk á heimasíðuni. Eisini verður ein snotiligur faldari borin út til øll húski í Sunda kommunu í vikuskiftinum.

Tað er aftur í ár borgarum og felagsskapum í Sunda kommunu at takka, at vit kunnu bjóða eina rúgvusmikla skrá til okkara Mentardagar 2025. 

Í øllum bygdunum í kommununi bjóða vit til hópin av tiltøkum, framsýningum, tónleiki og mangt annað, bæði inni og úti. 

Sí skránna her

Sunda kommuna hevur í mong ár verið partur av ABC fyri sálarliga heilsu, ið Fólkaheilsuráiðið stendur fyri. Sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at vera virkin í gernadisdegnum. Mentanardagarnir eru eitt gott høvi at vera virkin, luttaka í tiltøkunum og verða hugbundin í tí man upplivir. Mentanardagarnir eru somuleiðis eitt gott høvi at vitja runt í kommununi, eisini har man sjálvdan kemur, ella ongantíð hevur verið fyrr, samstundis sum man møtir kendum fólki og fólki man ikki kennir frammanundan.

Vælkomin til Mentanardagar í Sunda kommunu 12. – 21. september 2025.

Kelda & kunning: sunda.fo 05.09.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira