mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Jákup Simonsen 40 ára starvsdag

Jákup Simonsen 40 ára starvsdag

0 comments

Seinastu árini hevur Jákup Simonsen starvast á ráðhúsinum, men hann byrjaði sum leiðari á mentamáladeildin í 1985.

Jákup Simonsen er fuglfirðingur, útbúgvin lærari og elektrikari, men tað varð Tórshavnar kommuna, sum bleiv hansara lívsstarv.

Hann varð settur sum leiðari á mentamáladeildini 15. juli 1985 og var har heilt fram til 2015, tá hann bleiv leiðari á stjórnarskrivstovuni eitt skifti, og síðan tá hevur hann arbeitt á ráðhúsinum.

Mikudagin varð Jákup Simonsen heiðraður á lítlari samkomu fyri starvsfelagarnar á ráðhúsinum og nærmastu familjuna, og Elsa Berg, borgarstjóri, handaði honum gullheiðurstekn fyri 40 ár í starvi hjá kommununi.

Elsa Berg segði millum annað:

“Tú ger ikki so nógv burtur úr tær sjálvum, men letur onnur standa fremst á pallinum, meðan tú heldur teg í bakgrundini og arbeiðir í tí stilla.

Tú er eitt av hesum starvsfólkunum, sum man ikki altíð leggur so væl merki til, tá tú er her, men sum man leggur sera væl merki til, tá tú ikki er her.

Nógv er hent hesi 40 árini, síðan tú byrjaði á mentamáladeildini, og tú hevur nú arbeitt undir sjey ymiskum borgarstjórum.

Tá tú byrjaði í 1985 – tá Poul Michelsen var borgarstjóri – búðu 13.600 fólk í kommununi.

Síðan tá er kommunan vaksin nógv, og í dag búgva umleið 23.600 fólk í Tórshavnar kommunu – 10.000 fleiri enn tá tú byrjaði fyri 40 árum síðan.

Ja, bara í Hoyvík er fólkatalið vaksið úr 849 í 1985 til 4.719 fólk í dag.

Tú hevur upplivað góðar tíðir í kommununi, og tú hevur upplivað krepputíðir. Men allar hesar royndirnar, tú hevur fingið hesi 40 árini, koma nú eisini okkum til góðar, og hjá okkum er tað eisini ein fongur at hava fólk sum teg at spyrja um ymiskt, sum tú minnist og veit í høvdinum.

Takk fyri tína trúgvu tænastu fyri Tórshavnar kommunu, Jákup, og enn eina ferð hjartaliga til lukku.”

Elsa Berg handaði Jákupi Simonsen gullheiðurstekin fyri at hava starvast hjá kommununi í 40 ár
Elsa Berg handaði Jákupi Simonsen gullheiðurstekin fyri at hava starvast hjá kommununi í 40 ár
Starvsfelagar á ráðhúsinum heilsa uppá
Starvsfelagar á ráðhúsinum heilsa uppá
Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og Jákup Simonsen hava arbeitt saman í nógv ár
Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og Jákup Simonsen hava arbeitt saman í nógv ár
Jákup Simonsen saman við børnum og abbabørnum
Jákup Simonsen saman við børnum og abbabørnum
Gullheiðurstekin frá Tórshavnar kommunu
Gullheiðurstekin frá Tórshavnar kommunu

Kelda & myndir: torshavn.fo 18 sept.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira