onsdag, januar 14, 2026
Home Fólk og Frítíð Steypavinnararnir hjá HB á vitjan

Steypavinnararnir hjá HB á vitjan

0 comments

Mánadagin hevði Tórshavnar kommuna vitjan av besta kvinnuliðnum hjá HB.

Fleiri myndir:

29Sep25 84A8972

HB-kvinnurnar vunnu leygardagin steypafinaluna móti KÍ 1-0 og eru sostatt steypavinnarar fyri fyrstu ferð síðan 2019.

Mánadagin bjóðaði kommunan teimum í Móttøkuhúsið, har Elsa Berg, borgarstjóri, bar teimum eina heilsan og millum annað segði:

“Vit vita, hvussu nógv tað hevur at siga fyri trivnaðin í býnum og í kommununi, at vit hava væl virkandi ítróttafeløg. Tit skapa virðir, sum ikki kunnu gerast upp í pengum: Virðir sum samanhald, stríðsvilji og trúgv uppá egin evnir.

Og tá tit so eisini vinna, verður tað bara upp aftur betri!

Málið nú má vera at koma tættari at teimum báðum fremstu liðunum í kappingini um føroyameistaraheitið – tit hava longu vunnið á teimum báðum í ár, so hví skal tað ikki bera til?”

Steypið var sjálvandi eisini við.
Elsa Berg, borgarstjóri, bar HB-kvinnunum eina heilsan.
FSF-forsetin Christian Andreasen segði eisini nøkur orð.
Seinast HB vann steypakappingina, var í 2019.
Eitt væl nøgt venjaratoymi.
Fótbóltsprát.
Gott lag í Móttøkuhúsinum.
Ein liðmynd skuldi sjálvandi eisini takast.

Kelda & myndir torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira