tirsdag, november 11, 2025
Home VinnaVinna & Samfelag Nýbygningur hjá Thun skrásetttur í FAS

Nýbygningur hjá Thun skrásetttur í FAS

0 comments

Reiðaríið Erik Thun AB hevur latið byggja eitt nýtt farmaskip til sín farmaflota. KOLLAND varð latin reiðarínum síðst í september og fekk i vikuni føroyska flaggið á hekkuna.

Reiðaríið hevur nú 16 farmaskip í flotanum umframt 21 tangskip – og 10 teirra eru skrásett í FAS.

Vit eru fegnast um, at eitt so viðurkent reiðarí sum Thun aftur velur at skrásta skip síni í FAS. At nýbygningar verða lagdir afturat flotanum hjálpir samstundis at halda miðaldrinum á FAS-skipunum lágum og styrkir føroyska skrásetingina.

Kolland er bygdur á Ferus Smit skipasmiðjuni í Hollandi og er 2926 BT til støddar.

Kelda & mynd: fma.fo 24-10-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira