Í oktober í fjør hevði Poula Johansen 40 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu, har hon hevur starvast á Fíggjardeildini sum kassameistari.
Fyri drúgva og trúgva tænastu fekk hon tá gullheiðursmerki frá Tórshavnar kommunu, og hon varð eisini innstillað til “Kongens fortjenstmedalje”, ið kann latast teimum, sum hava verið í starvi hjá sama almenna setanarmyndugleika í í minsta lagi 40 ár uttan íhald.
Innstillingin varð gingið á møti, og mikudagin handaði Elsa Berg, borgarstjóri, Poulu Johansen kongsins ærumedalju á lítlari samkomu í ráðhúsinum.
Elsa Berg segði millum annað:
“Starvsheitið hjá tær er kassameistari, og tað merkir, at tín uppgáva hevur verið at hildið skil á pengunum hjá kommununi. Og tá vit hugsa um, hvussu nógv kommunan er vaksin hesi árini, er skjótt at koma fram til, at tín uppgáva eisini er vaksin við tíðini.
Men tú er kend fyri at hava skil í tingunum og at ganga høgt uppí at røkja títt starv ordiligt, og tað hevur kommunan nú havt gleði av í mong ár.
Og sjálvt um tað er ein álvarsom uppgáva at vera kassameistari hjá kommununi, so merkir tað ikki, at tað altíð skal vera so álvarsamt. Og tú dugir sanniliga eisini at hava tað stuttligt saman við starvsfeløgunum, bæði yngri og eldri.
Vit fegnast um at hava teg her. Tú kundi verið pensionerað nú, men tú hevur valt at framhaldandi geva okkum burtur av tínum royndum og tínum kunnleika. Takk fyri tað.”
Kelda & mynd:torshavn.fo nov. 2025
