8
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. apríl 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1458a, Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa íbúðarbygging í trimum hæddum við atliti at fríøkjum. Uppskotið um serstaka byggisamtykt kemur ístaðin fyri galdandi serstøku byggisamtykt fyri økið, sum loyvir útstykking til 18 stakhús.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1458a, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 7. mai til 18. juni 2026.
- Nýggj serstøk byggisamtykt fyri matr. nr. 1458a, Tórshavn – uppskot
- Serstøk byggisamtykt fyri matr. nr. 1458a – galdandi
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 18. juni 2026.
Kelda: torshavn.fo
