torsdag, juni 11, 2026
Home Fólk og Frítíð Summarmóttøka á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

Summarmóttøka á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn

0 comments

 

Seinnapartin í dag skipaði Sendistova Føroya í Keypmannahavn fyri summarmóttøku fyri innbodnum gestum. Millum tey innbodnu vóru umboð fyri sendistovur í Keypmannahavn, danska forsætismálaráðið, uttanríkismálaráðið, verjumálaráðið, Fólkatingið, umframt onnur embætisfólk og samstarvsfelagar.

Eftir at sendimaðurin, Gunnar Holm-Jacobsen, hevði bjóðað vælkomin, helt landsstýrismaðurin, Bárður á Steig Nielsen, røðu, har hann legði dent á týdningin av samanhaldi og samstarvi í hesum óstøðugu tíðum.

Eftir røðuna hevði Beinir Troest eina sangframførslu.

Tiltakið var eitt gott høvi hjá landsstýrismanninum at hitta og heilsa uppá teir gott hálvtannað hundrað gestirnar, ið samanlagt umboðaðu umleið 60 lond.

Kelda ufmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira