Úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk. Hetta skrivar Havstovan í dag
Makrelur
Vísitalið fyri makrelstovnin í Norðurhøvum er 10% hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt (Mynd 1). Makrelurin stóð fyri tað mesta eystarlaga í Norskahavinum (Mynd 2). Harafturat var nógvur ungur makrelur at síggja í Norðsjónum, og spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin.
Norðhavssild
Sildin stóð norðarlaga í kanningarøkinum (Mynd 3) og vísitalið fyri norðhavssild er 28% hægri enn í fjør. Árgangirnir 2021-2022 síggja góðir út, og í tali var 4 og 5 ára gomul sild 52% av stovninum.
Svartkjaftur
Svartkjaftur var at síggja mestsum allastaðni í kanningarøkinum og vísitalið fyri svartkjaft er eisini hækkað 14% sammett við í fjør (Mynd 4). Serliga var nógv av ársgomlum svartkjafti; í tali vóru hesir 41% av samlaða stovninum.
Umhvørvis- og djóraætikanningar
Vatnskorpuhitin í kanningarøkinum var yvir miðal allastaðni uttan á norska landgrunninum, har hann var undir miðal (Mynd 5). Av djóraæti var mest at síggja í økinum millum Føroyar og Jan Mayen, og í miðal líkjast nøgdirnar undanfarnum árum (Mynd 6).
Frágreiðing um úrslitini
Úrslitini frá makrekanningunum verða í hesum døgum brúkt til at gera stovnsmeting av makreli. Stovnsmeting, veiðutilmæli og endalig frágreiðing frá kanningunum í juli, verða kunngjørd 30. september, men fyribils frágreiðing sæst her.







Makrelur
Norðhavssild
Svartkjaftur
Sólvá Káradóttir Eliasen
Tilfeingi
Granskari, Ph.D, Havfrøðingur
Tilvildarlig savnsmynd: 24fo.news – Kelda: hav.fo 27 aug. 2026
