tirsdag, juli 14, 2026
Home VinnaVinna & Samfelag Byggivinnan væntar, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at økjast
Mynd: Bygivinnan Demo frá123rf.com

Byggivinnan væntar, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at økjast

0 comments

Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, er lækkað. Húsarhaldini og byggivinnan eru bjartskygd og byggivinnan væntar, at tørvur á arbeiðsmegi fer at økjast nógv. Tilfeingis- og framleiðsluvinnan væntar, at framleiðslan fer at minka og søluprísirnir fara at lækka. Hetta skrivar Hagstovan

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og framleiðsluvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.

Konjunkturbarometrið er nú 5. Tað er minni enn seinasta uppgerð og eisini minni enn langtíðarmiðal, sum er 14. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. Talvan niðanfyri vísir ávísan fyri hvørja konjunkturkanning sær.

Treystitalið og ávísar frá fimm kanningum

Juni 2024 til juni 2026

juni 2024januar 2025juni 2025januar 2026juni 2026
Treystital (samanvigaður ávísi)-8,09,09,011,05,2
– Brúkaraávísi (20%)-9,0-12,0-17,0-17,0-13,0
– Tilfeingis- og framleiðsluvinna – ávísi (40%)-33,0-3,0-1,00,0-6,0
– Byggivinnan – ávísi (5%)31,016,09,02,024,0
– Handilsvinnan – ávísi (5%)4,013,010,033,024,0
– Tænastuvinnur – ávísi (30%)18,038,041,041,026,0

Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100.

Húsarhaldini eru eitt vet meira bjartskygd um komandi árið

Ávísin fyri brúkaravæntanirnar er hækkaður eitt vet frá -17 til -13. Tað er tó lægri enn langtíðarmiðal, ið er á -5. Síðani juni 2022 hevur ávísin fyri brúkararnar verið lægri enn langtíðarmiðal. Tað var eisini á vári 2022, at brúkaraprístalið byrjaði at hækka.

Føroysku húsarhaldini eru tó meira bjartskygd um búskaparstøðuna í Føroyum, enn tey vóru bæði í juni í fjør og í januar í ár. Bæði metingin fyri farna árið og metingin um komandi árið eru hækkaði. 

Húsarhaldini meta sína egnu fíggjaligu støðu verða eitt sindur betri í dag sammett fyri einum ári síðan – tey eru eitt vet meira bjartskygd um, at fíggjarliga støðan verður betur um eitt ár sammett við í dag

Les meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira