tirsdag, september 22, 2026
Home Fólk og Samfelag Útboðið at byggja bústaðir á Lygnnesi tøkt á Útboðsportalinum

Útboðið at byggja bústaðir á Lygnnesi tøkt á Útboðsportalinum

0 comments

Økið á Lygnnesi er nú boðið út av nýggjum við broyttum fortreytum. Freistin at lata inn tilboð er 12. oktober 2026 klokkan 12.

Fyri at skapa møguleika fyri so nógvum bústaðareindum sum gjørligt á økinum, verður í løtuni arbeitt við at broyta byggisamtyktina fyri økið frá A1 til A4, soleiðis at ásetingarnar fyri økið loyva opnari og tættari bygging, ið kann býtast sundur í fleiri sjálvstøðugar bústaðareindir. 

Av tí at økið nýliga hevur verið boðið út, verður innlatingarfreistin hesaferð stytt niður í tríggjar vikur. Hetta fyri skjótt at fáa greiðu á, um áhugi er fyri at byggja á økinum.

Tilboðini skulu latast inn umvegis Útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu. Á portalinum ber til at skráseta seg sum umsøkjara/fyritøku, lata inn tilboð og seta spurningar um útboðið. Svar verða gjørd almenn í navnleysum líki.

Tilboð skulu latast inn í seinasta lagi 12. oktober 2026 klokkan 12.

Útboðsportalin finnur tú her:

Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)

Kelda:torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira