Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal lýsa heilsutilbúgvingina í Føroyum og koma við tilmælum um, hvussu hon kann styrkjast.
Føroyar eru eitt lítið oyggjasamfelag, sum í stóran mun er bundið at veitingum og tænastum úr útlondum. Tí er umráðandi at hava góða vitan um, hvussu heilsuverkið er fyrireikað, um vanligar veitingar ella týðandi undirstøðukervi verða órógvað.
Arbeiðsbólkurin skal millum annað lýsa verandi tilbúgvingarætlanir, tørvin á heilivági, verndarútgerð og aðrar neyðugar veitingar, umframt hvørjir sjúklingabólkar og heilsutænastur eru serliga viðbrekin. Harumframt skal bólkurin hyggja at ábyrgdarbýtinum millum myndugleikar, sjúklingaflutning, alternativar veitingarloysnir og møguligar samstarvsavtalur við onnur lond.
Vit skulu tryggja okkum, at føroyska heilsuverkið er so væl fyrireikað sum til ber, eisini tá óvæntaðar støður taka seg upp. Við hesum arbeiðinum fáa vit eitt betri fakligt grundarlag fyri at síggja, hvar vit standa væl, og hvar vit kunnu verða enn betur fyrireikað.
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Heilsu- og orkumálaráðið, Heilsustýrið, Sjúkrahúsverkið, Heilsutrygd og kommunulæknar, Apoteksverkið og eldraøkið/Kommunufelagið. Málið er, at bólkurin handar landsstýriskvinnuni eina lýsing av økinum og tilmæli 1. mai 2027.
Verkætlanarskipan
Verkætlanin verður skipað í einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki. Arbeiðsbólkurin kunnar stýrisbólkin við jøvnum millumbilum um gongdina í arbeiðinum.
Stýrisbólkur á heilsuøkinum:
– Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri
– Per Busk, sjúkrahússtjóri
– Noomi Gregersen, stjóri á Heilsustýrinum
– Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd
– Ingun Hansen, Landsapotekari
– Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
Arbeiðsbólkur á heilsuøkinum:
Heilsu- og orkumálaráðið:
– Jan Simonsen, deildarstjóri
– Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi
Umboð fyri Heilsustýrið
– Katrin E. Christiansen, fulltrúi í tilbúgvingarmálum
Umboð fyri Sjúkrahúsverkið:
– Elin Jensen, serlækni
– Tróndur Høgnason Mohr, lækni
Umboð fyri Heilsutrygd/Kommunulæknar
– Jeaneth Løkjá, kommunulækni
Umboð fyri Apoteksverkið
– Allan Nolsøe
Umboð fyri Eldraøkið/Kommunufelagið
– Heri Norðberg
Kelda & mynd: homr.fo
