Feløg innan ‘Aling’ útlutaðu vinningsbýti á 335 milliónir, innan ‘Matvøruframleiðslu’ var vinningsbýtið 395 milliónir og ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’ útlutaðu 445 milliónir í vinningsbýti í 2021.
Útlutað vinningsbýti skift á vinnugreinar hjá feløgum í ikki-fíggjarliga geiranum eru dagførd fram til 2021.
Vinningsbýtið er tann parturin av úrsliti felagsins, ið verður fluttur til eigarar felagsins.
Vinningsbýtið var 1,8 milliardir í 2021
Samanlagt fyri øll feløg var vinningsbýtið 1,8 milliardir krónur í 2021, ið er nærum 600 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var gott og væl 1,2 milliardir krónur.
Viðm.: Allar vinnur uttan Virksemi í høvuðssæti hjá fyritøkuKelda: Hagstova Føroyamió. kr.Allar vinnurVinningsbýti20152016201720182019202020212016201820201.0001.2501.5001.7502.0001.809
Bólkarnir, ið hava útlutað mest vinningsbýti í 2021 eru ’Landbúnaður og fiskiveiða’ við 466 milliónum, ’Framleiðsluvinna’ við 507 milliónum og ’Heil- og smásøla; umvæling av akførum’ við 445 milliónum. Tølini vísa millum annað, at meðan útlutað vinningsbýti innan ‘Landbúnað og fiskiveiðu’ og ‘Framleiðsluvinnu’ lækkaði í 2020 og hækkaði so aftur í 2021, so hækkaði vinningsbýti innan ‘Heil- og smásølu; umvæling av akførum’ bæði í 2020 og 2021. Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Bólkar við hægst vinningsbýtiA Landbúnaður og fiskiveiðaC FramleiðsluvinnaG Heil- og smásøla; umvæling av akførum201520162017201820192020202120162018202002505007501.0001.250466
Innan bólkin ‘Landbúnaður og fiskiveiða’ eru tað serliga flokkarnir ’Fiskiveiða’ og ’Aling’, ið útluta nógv vinningsbýti. Í 2020 var vinningsbýtið hjá feløgum í flokkinum ‘Fiskiveiðu’ 105 milliónir krónur meðan tað í 2021 hækkaði við 26 milliónum til 131 milliónir. Fyri feløgini í flokkinum ‘Aling’ var vinningsbýtið í 2021 335 milliónir, ið er 149 milliónir meira enn í 2020, tá vinningsbýtið var knappar 186 milliónir krónur.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Fiskiveiða og AlingVinningsbýtiA03.1 FiskiveiðaA03.2 Aling201520162017201820192020202120162018202002505007501.000131,1335,0
Fyri bólkin ’Framleiðsluvinna’ eru tað serliga feløgini innan deildina ’Matvøruframleiðsla’, ið hava útlutað nógv vinningsbýti. Í 2021 vóru 395 milliónir útlutaðar sum vinningsbýti, ið er 265 milliónir hægri enn 2020, tá vinningsbýtið var 130 milliónir krónur.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.MatvøruframleiðslaVinningsbýti2015201620172018201920202021201620182020100200300400500395
Heil- og smásøla og umvæling av akførum 445 milliónir í 2021
Í bólkinum ‘Heil- og smásøla og umvæling av akførum’ vóru í 2021 445 milliónir útlutaðar í vinningsbýti. Her vóru tað í mestan mun flokkarnir ‘Søla av bilum’, ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ og ‘Onnur serheilsøla’, ið hava útlutað nógv vinningsbýti.
Vinningsbýtið hjá feløgum innan flokkin ‘Søla av bilum’ var 26,3 milliónir í 2021. Í ‘Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørum’ vóru knappar 228 milliónir í vinningsbýti, harav bróðurparturin, 218 milliónir, var í ‘Heilsøla við øðrum matvørum, heruppií fiski, krabbadýrum og lindýrum’. Vinningsbýtið í ‘Onnur serheilsøla’ var knappar 90 milliónir. Flokkurin ‘Onnur serheilsøla’ fevnir serliga um vinnugreinarnar ‘Heilsøla av brennievni og líknandi í føstum, flótandi og gassformi’ og ‘Heilsøla av timbri, byggitilfari og sanitetsútgerð’.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Heil- og smásøla og umvæling av akførumVinningsbýtiG45.1 Søla av bilumG46.3 Heilsøla við mat-, drykki- og tubbaksvørumG46.7 Onnur serheilsøla2015201620172018201920202021201620182020010020030026,3227,889,9
Fyri at forða fyri, at innanhýsis útlutanir av vinningbýti koma við, eru vinningsbýtini í ‘Virksemi í høvuðssæti hjá fyritøku’ ikki við í greiningini omanfyri.
Altjóða vinnugreinaflokkingin NACE
Í hagtalsgrunninum eru fyritøkur býttar í vinnugreinabólkar eftir sama slag framleiðsluvirksemi. Føroyska vinnugreinabólkingin er grundað á altjóða NACE-vinnugreinaflokkingina, tó við ávísum tillagingum soleiðis at til dømis fiskivinnan, ið er lutfalsliga stór vinna í Føroyum, kann eyðmerkjast fyri seg.
Dømi:
A Landbúnaður og fiskiveiða NACE 1. stig, bólkar
A03 Fiskiveiða og aling NACE 2. stig, deildir
A03.1 Fiskiveiða NACE 3. stig, flokkar
A03.11 Fiskiveiða NACE 4. stig, vinnugreinar, altjóða stig
A03.11.10 Feskfiskiveiða NACE 5. stig, vinnugreinar, føroysk greining
Geirin ‘Ikki-fíggjarlig feløg’
Hagtølini fevna um allar fyritøkur, sum eru partur av geiranum ikki-fíggjarlig feløg, tó undantikið kvasifyritøkur, so sum Apoteksverkið og Rúsdrekkasøla Landsins.
Sostatt eru hesar vinnurgeinaflokkingarnar ikki við, tí at hesar fella uttanfyri geiran ikki-fíggjarlig feløg:
K Fígging og Trygging, ið fevnir um feløg í fíggjargeiranum.
O Almenn umsiitng og verja; lógarkravdar almannaveitingar
T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu
U Virksemi hjá altjóða felagsskapum