Home Fólk og Samfelag Integratiónsnevnd í Eysturkommunu havt sín fyrsta fund

Integratiónsnevnd í Eysturkommunu havt sín fyrsta fund

by Lagt út ÓML

13. jun. 2022

Á býráðsfundi 31. mars 2022 varð samtykt at seta á stovn eina integratiónsnevnd í Eysturkommunu.

Nevndin er mannað við 5 limum. Borgarstjóranum, einum limi úr Umhvørvis – og trivnaðarnevndini og trimum borgarum. Kommunan hevur skrivara til taks.

Integratiónsnevndin hevði sín fyrsta fund mikudagin 8. juni. Talan var um ein innleiðandi fund, har ymisk evni og viðurskifti viðvíkjandi  integratión vóru umrødd og møguligar ætlanir og væntanir til eina slíka nevnd vóru avstemmað.

Endamálið við eini integratiónsnevnd er at stuðla undir at tey, ið flyta til Eysturkommunu úr fremmandum londum, skulu hava betri møguleika at fáa sær vitan um lokal – og  landsviðurskifti og eisini at skipa fyri onkrum tiltaki í hesum sambandi.

Tey sum mannað integratiónsnevndina eru: Per Martin Gregersen, borgarstjóri, Marjun Andreasardóttir, forkvinna í Umhvørvis – og trivnaðarnevndini, Jamie Currie, borgaraumboð, Tórhild Bjarkhamar, borgaraumboð og Ved Nagurset, borgaraumboð.

Kelda: Eysturkommuna

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More