written by OML 2. december 2020
Fleiri ferð seinastu 5 árini er Havstovan ávarað, um tað mátti fiskast meira av toski, fyri at føðin ikki bleiv etin upp, á sumri 2019 var so mikið av føðini, uttanfyri 3 fjórðinga marki etið upp, at toskurin (slánar) komu inn undir land og á firðir og leita eftir føði, Hvussu nógv 1.000 tons doyði í hungri veit ongin, men tað eru nógv.
Toskastovnurin var minst 4 ferð so stórur, sum Havstovan metti hann til árini 2015-19
Tá onki blívur gjørt fyri at røkta toskastovnin, yvirliva bert teir sterkastu.
Øll vita tað ber ikki til, at sleppa 1.000 seyðum í ein haga, sum bert hevur føði til 100 seyður. Tey sum hava skil fyri seyði vita, um tey ikki røkja stovnin burðardygt, blíva allir seyðurin rak, og bert teir sterkastu yvir liva. Tað er lítið av føði um veturin, tí fletta tey eisini um heysti.
Øll eru einið í, at natúran hevur nógv at siga, men vit kunnu hjálpa natúruni.
https://hagstova.fo/fo/tidindi/vael-minni-av-toski-avreiddur-i-ar
Osmund Justiniussen
http://kvf.fo/netvarp/uv/2018/04/05/samdir-um-hvussu-ngv-er-til-av-toski
Jón Kristjánson
Nøkur dømi úr lesarabrøvum, eg havi skriva.
Tað einasta Havstovan sigur er, at vit hava gjørt nakrar merkingar av toski sum vísa, at okkara toskur, sum einasti livandi skapningur, sum ikki ferð út av sínum økið, at leita eftir føði, sjálvt um tað eru sera nógvar ábendingar, sum vísa tað mótsatta.
Uppskoti sum Havstovan kom við nú um at stongja økir og taka allar óbrúktar og 1/3 av teimum brúktu úr skipanini, hevur onki við veruleikan at gera, og sum eisini førir tað við sær, at man kann ikki annað enn standa spyrjandi – er hettar eitt átak, bert við tí eina endamálinum – at oyðileggja fiskidagaskipanina?.
Toskastovnurin er so stórur nú, so um ov lítið blívur fiska úr stovninum, minkar føðin skjótt og kannibalisma blívur, tá minkar toska stovnurin skjótt.
Eyðun Hansen
Vestmanna 12 des. 2018
Den store lexikon.
I virkeligheden ved vi grumme lidt om det, erkender Morten Winther. Modsat burde et meget lille antal store torsk i Nordsøen få bestanden til at stige. Torsken er kannibal, og op til 20 pct. af føden består af små torsk. Der er flere sæler, og det gør et indhug i bestanden, men slet ikke i noget i forhold til fiskeriets påvirkning, mener biologen.
Tikið úr Nordjyske.dk
https://forskning.no/evolusjon-okologi-marinbiologi/spise-og-bli-spist/764839
https://www.youtube.com/watch?v=v-nBpIyjidc&feature=youtu.be&t=17
Nógv onnur hava eisini ávara um undir fisking, løgi er fiskifrøðingar kenna ,so lítið til tað.
http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/12/01/20201201skerjitoskafiskiskapinnidurihelvt
Feilurin hjá Havstovuni, hevur kosta landskassanum nógv, og kemur at kosta meira.
ICES og fiskifrøðingar vilja ikki lurta eftir vitan frá nøkrum, men vónandi taka teir ábyrgdina
Tí betur síggja fleiri og fleiri fiskifrøðingar, at Jón Kristiánsson hevur rætt, og taka frástøðu frá
ICES .
Eyðun Hansen
Vestmanna 01 12 2020