Skerdir útróðrarmenn.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 5 måneder ago
Updated 2024/01/31 at 3:01 PM

Tað sýnist  lætt hjá landsstýrismanninum at skerja fiskidagar og stongja økir hjá útróðraflotanum.   Er hetta tekin um manglandi virðing fyri fiskimonnum,  sum hava hart  og krevjandi arbeiði á sjónum ?

Nú boðar Havstovan enn einaferð  frá, at neyðugt er at  skerja fiskidagatalið og  steingja økir hjá útróðraflotanum.  Kundi hugsað mær at vita,  um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ætlar at hoyra hvat  útróðrarmennirnir hava at siga í hesum so týðandi máli fyri teir.   Teir eru serfrøðingar á økinum og eru teir, sum helst  kenna mest  til fiskiøkir, vind og streym umframt burðardygga veiðu . Ella ætlar landsstýrismaðurin at skúgva útróðrarmennirnar og teirra vitan  til viks, tá avgerð skal takast, sum fer at merkja lagnuna hjá útróðrarmonnunum, og seta arbeiðspláss teirra í vanda.

Stór virðing eigur at verða um útróðrarmannin , sum alt ov ofta verður raktur av skerjingum av ymsum slag, skerdum  fiskidøgum og  stongdum økjum. Hetta hendir  sjálvt um vit øll áttu  vita, at útróðrarflotin  drepur ongan stovn, tí hann er  longu so nógv skerdur  orsakað av veðri og streymi tí  talan er jú  um smábátar. Og um nakar, so er tað júst útróðrarmaðurin fyrst og fremst, sum vil verja um fiskistovnin, og fiska burðadygt, fyri ikki at forkoma sínum egna livibreyði.

Útróðrarmenn ótryggir.

Útróðrarmenn eru  sum vituligt er, sera ótryggir um íkomnu støðuna og í heila  tikið ótryggir um teirra framtíð.  Er  landsstýrismaðurin  í ferð við at forkoma hesum  arbeiðsplássum  og livibreyði teirra, sum starvast har og  øllum útróðri í Føroyum? Tað eru bara nakrir heilt fáir útróðrarmenn eftir . Ì Klaksvík eru í mesta lagi 5 fult riknir útróðrarbátar eftir.  Um hildið verður fram við at skerja dagar og avmarka økir, so verður hesum fáu bátum ikki lív lagað leingi aftrat.

Tað er tíð uppá,  at hendan samgongan nú  steðgar við at niðurleggja  fleiri arbeiðspláss.

Tað mann vera lagnunnar speisemi, at tá tað kemur til almenn størv, verður nógv lagt fyri, so starvsfólkini  kunnu fara upp í tíð, helst fulla tíð, umframt lønarlyft og lønarhækkingar.   Men tá tað kemur til útróðramannin, so  verða  fiskidagarnir skerdir  við 20 prosentum og økir stongd.  Hetta vil alt annað líka raka útróðrarmennirnar meint   Nógv broytist á mansins ævi.   Áður var tjóðveldisflokkurin ein verka- og fiskimannavinur.

Lurta eisini eftir útróðramanninum

At lurta blint eftir fiskifrøðingunum áttu vit havt lært av, tá hugsað verður um, hvussu oftani hesar metingar og útsagnir ikki hava hildið.  Rættast hevði verið, at myndugleikin ikki bara tekur tað fyri góða vøru, sum

Havstovan ella fiskifrøðingar koma við, men eisini lurtar og tekur tað til eftirtektar, sum okkara sjómenn vísa á. Útróðramenn, sum hava servitan frá teirra arbeiði á sjónum, sum teir á landi ikki hava sama møguleika til.

Vanligt er, at tá tað snýr seg um arbeiðspláss á landi, verða starvsfólkini ella umboð teirra hoyrd, áðrenn avgerðir verða tiknar. Undarligt, um hetta ikki er sama mannagongd, tá tað snýr seg um útróðrarmenn.

Undirritaða hevur í dag sent fylgjandi spurningar til landssstýrismannin í fiskivinnumálum Dennis Holm:

Spurningarnir kunnu lesast við at trýsta á linki her : https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10724

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Løgtingskvinna

Share this Article