mandag, november 10, 2025
Home Fólk og Samfelag Semja millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið

Semja millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið

0 comments

Í dag hava Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið skrivað undir semju um endurnýggjan av sáttmálanum fyri maskinmeistarar á landi, fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 1. oktober 2025.   

Semjan byggir á sama lønarkarm sum hjá øðrum feløgum í hesum samráðingarumfarinum. Tað er 3,8 %, 4,2 % og 4,75 % yvir trý ár. 

Smávegis dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum, umframt at avtalað er, at umrøða lønarbygnað í sáttmálatíðarskeiðnum.

Til ber at lesa semjuna her.

Kelda & mynd: Fíggjarmálaráðið

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira