13
Til skúlabyrjan í ár hevur miðdeild fingið eitt stórt og flott spælipláss við nógvum møguleikum. Her er okkurt fyri øll, og ongum nýtist at keða seg.
Her kunnu børnini røra seg á ymsan hátt og eisini kunnu tey sita og práta og gera annað, sum tey tíma at gera.Í fríkorterinum eru umleið 230 næmingar, sum nú hava fleiri møguleikar í at velja.
Kelda: klaksvík.fo