Home Fólk og Samfelag Deildarstjóri settur fyri vinnudeildina

Deildarstjóri settur fyri vinnudeildina

by Lagt út ÓML

Jóanna Djurhuus er sett í starv sum deildarstjóri fyri vinnudeildina í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Fýra umsóknir vóru til starvið, sum varð lýst leyst fyrr í summar.

Jóanna Djurhuus er 48 ára gomul og útbúgvin løgfrøðingur úr Keypmannahavn. Jóanna Djurhuus hevur starvast í Vinnumálaráðnum síðani 2004, við styttri skiftum í Fíggjarmálaráðnum.

Hesi árini hevur Jóanna Djurhuus verið ráðgevi og fyribils settur deildarstjóri umframt at hava røkt nógvar nevndarsessir og álitisstørv.

Jóanna Djurhuus tekur við starvinum 1. september. Hon tekur við eftir Pól E. Egholm sum nú er aðalstjóri í Umhvørvismálaráðnum.

kelda og mynd uvmr.fo 27 aug 2024

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More