Home Fólk og Samfelag Hestfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum komin, Tey siga millum anna, at vit skullu hækka pensjónsaldurin, avtaka fiskavirkisskipanina. Hetta skrivar Landsbankin.

Hestfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum komin, Tey siga millum anna, at vit skullu hækka pensjónsaldurin, avtaka fiskavirkisskipanina. Hetta skrivar Landsbankin.

by Lagt út ÓML

Hækka pensjónaldurin

Eitt átak, ið økir um arbeiðsútboðið, er at hækka pensjónsaldurin. Umframt at tað økir um arbeiðsútboðið bøtir tað eisini um haldførið.

Eitt átak, ið økir um arbeiðsútboðið, er at økja um árini á arbeiðsmarknaðinum. Tað kann gerast við at hækka pensjónsaldurin. Tað er vanligt, at broytingar í pensjónsaldrinum skula fráboðast 10 ár frammanudan tær taka við, og tí er umráðandi at fremja broytingarnar í pensjónaldrinum beinanvegin.

At hækka pensjónsaldurin betrar eisini um fíggjarpolitiska haldføri, tí tað bøtir um lutfallið millum tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum og tey sum eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Pensjónsaldurin eigur í minsta lagi at fylgt eini indeksering, ið merkir, at pensjónsaldurin hækkar so hvørt, sum restlivitíðin hjá pensjónistum hækkar.

Restlivitíðin hjá fólki, ið hava rokkið pensjónsaldur, er tó longu hækkað við 4 árum síðani 1988, uttan at pensjónsaldurin er øktur samsvarandi, og vit eru, sum nú er, afturúr við at hækka pensjónsaldurin. Tá ið pensjónsaldurin ikki hækkar samstundis sum liviárini gerast fleiri, førir tað til ein ójavnvág í lutfallinum millum hækkandi útreiðslur til pensjón og relativt færri skattainntøkur frá arbeiðsinntøkum í arbeiðslívinum og tað hongur ikki saman í longdini.

Neyðugt er tí at stilla pensjónsaldurin, so økti livialdurin ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men eisini til fleiri virkin ár á arbeiðsmarknaðinum. Neyðugt er tí at seta ferðina upp á javningini á áramálunum í ávikavist arbeiðs- og pensjónslívinum fyri at gera fíggjarpolitikkin haldføran.

Avtak fiskavirkisskipanina

Fiskavirkisskipanini skeiklar arbeiðsmarknaðin. Skipanin er ein forðing fyri, at arbeiðsmegin í skipanini leitar sær til aðrar vinnur, har arbeiðsmegin hevði givið eitt størri íkast til búskapin og virðiskapanina í Føroym.

Øll, sum arbeiða í framleiðsluni á fiska- og kryvjivirkjum sleppa í fiskavirkisskipanina, tá eingin framleiðsla er vegna fiskaloysi. Tað vil siga, at tey fáa løn úr fiskavirkisskipaninini, tá einki er at gera á virkjunum.

Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbeiðsmarknaðin á tann hátt, at skipanin minkar um tilskundanina hjá arbeiðismegini at flyta seg til tey arbeiðsøki og tær vinnur, ið tørva arbeiðsmegi. Tað er ikki skynsamur vinnupolitikkur, og tað darvar búskaparmenningina í Føroyum, at hava skipanir sum fiskavirkisskipanina.

Goldin arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini er vaksin nógv tey seinastu árini, frá sløkum 15 mió. kr. í 2019 til 26 mió. kr. í 2023. Talið av tryggingartímum, sum er talið av tímum, sum ALS hevur rindað arbeiðsloysisstuðul fyri, er somuleiðis hækkað við 78% hetta tíðarskeiðið.

Í 2023 vóru 1.534 fólk í fiskavirkisskipanini, av hesum vóru sløk 40% útlendingar og næstan 70% av hesum vóru í Føroyum við einum tíðaravmarkaðum arbeiðsloyvi. Sambært ALS tvífaldaðust útgjøldini til útlendingar við tíðaravmarkaðum arbeiðsloyvi í 2023 og var 5,1 mió. kr. umframt pensjón og arbeiðsmarknaðargjøld, og svarar tað til umleið 20% av samlaðu útgjøldunum úr skipanini.

Búskaparráðið er av tí áskoðan, at útlendsk arbeiðsmegi ikki eigur at verða innflutt til vinnur, sum ikki kunnu bjóða starvsfólkunum kravda tímatalið, sum er grundarlagi fyri teirra arbeiðs- og upphaldsloyvi. Harumframt eiga samhaldsfastar skipanir sum fiskavirkisskipanin, ið allir løntakarar og arbeiðsgevarar í Føroyum eru við til at fíggja, ikki at vera nýttar til at tryggja, at arbeiðsgevarar kunnu lúka arbeiðskravið á 40 tímar um vikuna.

Veks um arbeiðsútboðið

Ein avbjóðing fyri framhaldandi vøkstri í føroyska búskapinum er trot á arbeiðsmegi. Í almenna geiranum er tørvurin á starvsfólkum 2000 fram til 2030 og á privata arbeiðsmarknaðinum millum 700-850 starvsfólk næstu fimm árini. Tí er neyðugt at økja um arbeiðsútboðið.

Ein avbjóðing fyri framhaldandi vøkstri í føroyska búskapinum er trot á arbeiðsmegi. Búskaparráðið metti í 2021, at starvsfólkatrotið frá 2020 til 2030 í almenna geiranum fór at tátta í 2.000 fólk innan eldrarøkt, heilsu- og almannaverk; umleið 1.300 orsakað demografisku gongdini, og nærum 700 vegna tað, at starvsfólk, ið starvast á hesum økjum, væntast at fara á pensjón innan 2030. Greining hjá Vinnuhúsinum vísir harumframt at privati vinnugeirin kemur at mangla umleið 700-750 starvsfólk tilsamans um fimm ár.

Búskaparliga hevur eitt ov lágt arbeiðsloysi í longri tíð tó ta avleiðing, at framleiðslan í landinum verður minni, enn tað hon kundi verið, um trot ikki var á arbeiðsmegi. Trot á arbeiðsmegi kann harumframt elva til lønartrýst, tá stórur eftirspurningur er eftir arbeiðsmegi og útboðið er avmarkað.

Ein háttur at økja um arbeiðsútboðið, er at avtaka fiskavirkisskipanina. Fiskavirkisskipanin er skeiklandi fyri arbeiðsmarknaðin, tí hon minkar um tilskundanina hjá arbeiðismegini at flyta seg til tey arbeiðsøki og tær vinnur, ið tørva arbeiðsmegi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendsku arbeiðsmegina.

Ein annar háttur at økja um arbeiðsútboðið er at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, og her hava myndugleikarnar millum annað sett Fast Track skipanina í verk. Tað er umráðandi, at útlendska arbeiðsmegin kemur til háproduktiv størv. Kappingin um útlendska arbeiðsmegina verður tó harðari í framtíðini, tí flestu lond í vesturheiminum hava somu avbjóðing sum Føroyar við aldurssamansetingini hjá búfjøldini.

Ein triði háttur at økja um arbeiðsútboðið er at hækka pensjónsaldurin, sum eisini betrar um fíggjarpolitiska haldførið.

Politiska skipanin hevur umrøtt ætlanir um at stytta arbeiðsvikuna, ið er eitt átak, sum sannlíkt minkar um arbeiðsútboðið. Hvussu ein stytting av arbeiðsvikuni ávirkar arbeiðsútboðið eigur at verða greinað nærri, áðrenn ein slík broyting verður framd.

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More