Home Fólk og Samfelag Gott 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. august — vøksturin er 0,5%

Gott 54.900 fólk búðu í Føroyum 1. august — vøksturin er 0,5%

by Lagt út ÓML

Fólkatalið vaks við 296 persónum seinasta árið, og 1. august búðu 54.908 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,5%, sum er minsti árligi vøkstur síðan fólkavøksturin byrjaði fyri á leið tíggju árum síðani.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðir, sum ganga. Frá 1. august í fjør til 1. august í ár vaks fólkatalið við 296 fólkum ella 0,5 prosentum. Tað eru bara helvtin av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði, tá 571 løgdust afturat. Fólkavøksturin minkaði fyrst og fremst tí nettoflytingin minkaði niður í helvt samanborið við undanfarna tíðarskeið. Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. Tú kanst lesa meira her á Hagstovu Føroya

Kelda: Hagstovu Føroya 10-09-2024

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More