Orsaka av nógvum vatni eftir Vørðuvegi í Hósvík hevur sløkkiliðið staðsett sekkir fyri at leiða vatnið burtur av vegnum. Øll hús omanfyri Vørðuveg 4, hjá Anniku og Kim, verða biðin um at koyra eftir Áarvegi. Verið ansin, tí har er nógv vatn á vegnum.
Øll óneyðug koyring verður frárátt.
Fáa borgarar avbjóðingar yvir kvøldið og náttina, verða tit vinarliga biðin um at boða frá skjótast hjá politinum á tlf. 351448.