Í løtuni eru avbjóðingar av áarlopum runt í kommununi. Hetta skrivar Sunda kommuna
Við innkoyringina til Magn rennur nógv vatn og tilfar út á landsvegin. Orsaka av hesum er vegurin fyribils stongdur. Innkomuvegirnir til Oyrarbakka og Norðskála eru framvegis opnir. Víst verður til vegin gjøgnum Norðskála og Svínáir, har fólk eisini mugu vísa størsta varsemi, tí nógv vatn er á vegnum í støðum. Farið verður í gongd at rudda landsvegin við Magn skjótast ráðiligt. Sløkkiliðið er á staðnum. Avbjóðingar eru í bygdini Hósvík, har maskinur og sløkkiliðið eru á staðnum. Undir Bjørgum á Oyrarbakka hava somuleiðis verið avbjóðingar fyrr í dag. Har verður ruddað í morgin árini. Fáa borgarar avbjóðingar yvir kvøldið og náttina, verða tit vinarliga biðin um at boða frá skjótast hjá politinum á tlf. 351448. Heitt verður á fólk, um ikki at koyra óneyðugt í kvøld. Ansið eftir tykkum, nú náttúrukreftirnar veruliga vísa seg.




kelda & myndir: sunda.fo