lørdag, februar 7, 2026
Home Fólk og Frítíð FSO & Løkshøll

FSO & Løkshøll

0 comments

Í vikuskiftinum skrivaðu Tórbjørn Jacobsen og Hans Petur í Brekkunum undir samstarvsavtalu millum Runavíkar kommunu og Føroya Symfoniorkestur. Høvuðsendamálið við avtaluni er, at Runavíkar kommuna regluliga kann bjóða sínum borgarum klassiskan tónleik á hægsta stigi. Við hesum fær FSO møguleikan at spæla í Løkshøll, sum eisini er ein liður í ætlanini hjá orkestrinum at fara kring um landið at spæla.

Avtalan er galdandi fyri tey næstu 3 árini, og orkestrið fer at hava konsert í Runavík í 2025, 2026 og í 2027. Avtalan er galdandi frá ársskiftinum og fram til 31. desember 2027.

Táið Løkshøll varð bygd, varð atlit tikið til, at hon skuldi kunna hýsa symfoniorkestrinum. Tá avgerð er tikin um, nær ið konsertin verður í ár, frættist um hetta í góðari tíð frammanundan inni á heimasíðuni www.loksholl.fo

Kelda & myndir: runavik.fo 10. februar 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira