Home Uncategorized Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

Løgmaður til Týsklands á trygdarráðstevnu

0 comments

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 14. – 16. februar.

  

Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis umframt at hann eisini skal hava ymsar politiskar fundir.

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er aðru ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. 

Á ráðstevnuni luttaka á leið 60 stjórnarleiðarar, 150 ráðharrar, umframt serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar í mun til trygdar- og verjupolitikk.

”Tíðin krevur – kanska meira enn áður – at vit standa saman og samstarva við hini sameindu í NATO um trygdar- og verjumál. Í løtuni er tað soleiðis, at hvør nýggjur dagur merkir nýggjar avbjóðingar. Tí skulu vit taka lut  á teimum pallum, vit kunnu, fyri at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi. Men trygdarráðstevnan er eisini eitt høvi at hoyra nýggju amerikonsku stjórnina leggja fram sínar ætlanir fyri Ukraina og samstarvið við Evropa sum heild.” 

Aksel V. Johannesen, løgmaður 

Mynd: Løgmaður á Munich Security Conference í fjør, tá umboð fyri Føroya landsstýri vóru boðin fyri fyrstu ferð. 

Kelda: lms.fo – 12-02-2025

Løgmansskrivstovan

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More