Home Fólk og Samfelag Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum við ársbyrjan — vøksturin var 0,5%

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum við ársbyrjan — vøksturin var 0,5%

by Lagt út ÓML

Við ársbyrjan búðu 54.684 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 292 fólkum, ella einum hálvum prosenti, í 2024. Vøksturin var minni enn í 2023, tá hann var 0,7%. Hetta skrivar Hagstovan.

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá er fólkavøksturin spakuliga minkaður, og nú tykist stígur vera komin í. Síðani juni í fjør hevur fólkavøksturin fyri hvørt tólv mánaða tíðarskeið ligið um eitt hálvt prosent. 

Tú kanst lesa meira her: Hagstova Føroya

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More