Home VinnaVinna & Samfelag Útflutningurin til Kina vaksin 244 milliónir krónur

Útflutningurin til Kina vaksin 244 milliónir krónur

by Fróði Lassen

Samlað varð útflutt fyri 12,3 milliardir krónur 2024. Tað er 405 milliónir krónur minni enn í 2023. Hetta skrivar Hagstova Føroya á heimasíðuni í dag.

Útflutningurin fyri 2024 er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin í 2024 samanborið við 2023.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 446,5 milliónir krónur, ella nærum 4 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og makrelur, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Somuleiðis eru broytingar í, hvørji lond vit útflyta til. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 358,5 milliónir krónur í 2024. Virðið er vaksið 6,6 prosent, og nøgdin er vaksin 16,2 prosent. Størsta afturgongdin er fyri fiskamjøl, fóður og lýsi. Her er samlaða afturgongdin 915,5 milliónir krónur, ella 45 prosent. Nøgdirnar eru minkaðar við 36 prosentum.

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

Januar – desember 2023/2024

 januar – desembermunur
 20232024mió. kr.%
Tilsamans12.688,612.283,2-405,4-3,2
Fiskavøruútflutningur11.890,011.443,5-446,5-3,8
00900 – Laksur5.408,15.766,7358,56,6
01200 – Svartkjaftur112,6104,1-8,5-7,5
01300 – Toskur937,71.049,4111,711,9
01500 – Hýsa195,4161,3-34,1-17,5
02100 – Upsi282,7289,56,82,4
03600 – Sild630,5571,7-58,8-9,3
03800 – Makrelur1.014,41.275,3260,925,7
04001 – Lodna211,319,4-191,9-90,8
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði411,6368,9-42,7-10,4
08601 – Fóður625,2585,0-40,2-6,4
09700 – Fiskamjøl841,8491,6-350,2-41,6
09800 – Lýsi562,137,0-525,1-93,4
Annar fiskur656,5723,567,010,2
Ikki fiskur798,6839,741,25,2

Kelda:Hagstova Føroya

Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

Januar – desember 2023/2024

 januar – desembermunur
 20232024tons%
Tilsamans703.327,1632.445,7-70.881,4-10,1
Fiskavøruútflutningur621.928,7556.402,2-65.526,6-10,5
00900 – Laksur75.140,387.301,212.161,016,2
01200 – Svartkjaftur38.139,948.724,810.584,927,8
01300 – Toskur18.360,319.326,9966,65,3
01500 – Hýsa8.125,26.318,3-1.806,9-22,2
02100 – Upsi7.420,910.678,03.257,043,9
03600 – Sild77.600,253.917,7-23.682,5-30,5
03800 – Makrelur93.478,681.865,1-11.613,5-12,4
04001 – Lodna25.027,22.784,3-22.242,8-88,9
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði129.271,2138.622,89.351,67,2
08601 – Fóður38.700,938.110,5-590,4-1,5
09700 – Fiskamjøl63.467,339.524,3-23.943,0-37,7
09800 – Lýsi21.326,61.451,9-19.874,8-93,2
Annar fiskur25.870,127.776,31.906,27,4
Ikki fiskur81.398,476.043,6-5.354,8-6,6

Kelda:Hagstova Føroya

Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsta minking er í útflutningi til Evropa og Norðuramerika. Útflutningurin til ES er minkaður við 196,5 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Norðuramerika er minkaður við 155 milliónum krónum. Hinvegin er útflutningurin til Asia vaksin við 211,8 milliónum krónum, ella 30 prosentum, og er hetta orsaka av vaksandi útflutningi til Kina. 

Útflutningur av fiskavørum skiftur á landaøki

Januar – desember 2023/2024

 januar – desembermunur
 20232024mió. kr.%
Tilsamans11.890,011.443,5-446,5-3,8
ES (27_2020)5.614,25.417,7-196,5-3,5
Evropa annars3.427,13.274,9-152,2-4,4
Norðurafrika154,684,2-70,5-45,6
Afrika annars147,262,2-85,0-57,7
Norðuramerika1.811,81.656,5-155,2-8,6
Miðamerika og Karibia0,10,0-0,1-100,0
Suðuramerika0,00,00,0
Miðeystur30,131,21,13,6
Asia annars705,0916,8211,830,0
Avstralia og Nýsæland0,00,00,0
Oseania og Póløkini annars0,00,00,0
Ógreinað og ókent0,00,00,0

Kelda:Hagstova Føroya

Seinastu árini er útflutningurin til ES og USA nógv vaksin, hóast ein minking hevur verið hetta seinasta árið. Í dag er útflutningurin til ES meira enn tvífalt so stórur sum áðrenn 2018. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja um eina milliard krónur áðrenn 2020 til nú at tátta í tveimum milliardum krónum árliga.

Tú kanst lesa meira her

Kelda: hagstova.fo 18-02-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More