mandag, februar 9, 2026
Home Fólk og Frítíð Hugnalig løta í Kollafirði

Hugnalig løta í Kollafirði

0 comments

Nógv børn møttu upp, tá spælandi vættrabørnini í viðarlundini í Kollafirði vórðu avdúkað. 

Pro Geehxclp

Tað er listamaðurin Napoleon Smith, sum hevur evnað tær fýra hugfloygdu standmyndirnar, sum nú kveikja vøkru viðarlundina.

Sjálvur sigur listamaðurin soleiðis: 

“So upprann væl viðraði dagurin, har vættrabørn í viðarlundini í Kollafirði fóru at spæla krógva og blunda. Viðarlundin “í Beitinum [bojtinun]” bleiv gróðursett av børnum í gomlu Kollafjarðar kommunu í 1992 og 1994. Ein risi undir “Elefantklettinum” vildi eisini spæla við. Trøllakampar gróðu undir fótum.”

Nógv børn møttu up til hugnaligu løtuna, tá standmyndirnar vórðu avdúkaðar, og sangurin Karin bleiv sungin í felag. 

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira