Home Fólk og Samfelag Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til Føroya í dag

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til Føroya í dag

0 comments

Seinnapartin í dag, 28. februar, kemur danski uttanríkisráðharrin til Føroya.

Í kvøld verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Lars Løkke Rasmussen. Eisini hitta limirnir í Uttanlandsnevndini ráðharrarnar.

Í morgin eru virkisvitjanir á skrá og um kvøldið eru ráðharrarnir bodnir til upplatingarkonsert við Tjarnir.

Høvi verður hjá fjølmiðlum at seta spurningar eftir fundin í Tinganesi í kvøld, kl. 18.00.

Kelda & mynd: uvmr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More