Klagað varð um, at Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevði staðfest avgerð hjá Vørn um ikki at útskriva klagaranum fiskiloyvi 5A, sum klagarin metti seg hava rætt til, men ístaðin útskrivaði fiskiloyvi 5B.
Í kæruavgerðini vísti ráðið á, at treytin fyri, at rættindahavari í bólki 5 fær fiskiloyvi 5A, er, at eigarin við fiskifarinum næstseinasta álmanakkaár fyri umsóknarárið hevur avreitt fyri minst 200.000 kr. Ráðið góðkendi siðvenjuna hjá Vørn um at knýta fiskifar og avreiðingarvirði saman. Hetta gjørdi, at klagarin, sum hevði útvegað sær annað fiskifar í 2023, ikki leyk treytirnar fyri fiskiloyvi 5A, tá hann søkti um fiskiloyvi fyri 2024. Umboðsmaðurin viðmerkti, at hann helt, at siðvenjan at knýta nýggja fiskifarið at ásetingini í § 2 stk. 1 nr. 1 í kunngerð nr. 76 frá 2019 var ivasom, men at hann hevði ikki grundarlag fyri at siga, at siðvenjan var beinleiðis í stríð við ávísa lógar– ella kunngerðaráseting. Umboðsmaðurin helt tað verða eitt lýti við Sjófeingislógini og tilhoyrandi kunngerðini, at eingin áseting fyriskipar, hvørja ávirkan skift av fiskifari hevur á spurningin um rættin til fiskiloyvi 5A ella 5B. Umboðsmaðurin heitti tí á ráðið um sum skjótast at gera lóggávu, sum skipar hesi viðurskifti.
Kelda: lum.fo

