Nú er aftur klárt at taka ímóti umsóknum um stuðul til størri listaligar verkætlanir. 1.000.000 krónur eru tøkar at søkja. Umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl 2025.
Árligi stuðulsmøguleikin hjá Tórshavnar kommunu, sum er ætlaður størri listaligum verkætlanum hevur nú tvey ár á baki, og higartil hava vit sæð framúr úrslit av stuðlinum í stórum dansiverkætlanum (Kanska ein bygd), leiklistaverkætlanum (Romeo & Julia og Dreymaleikur), tónlistaverkætlanum (International World New Music Days) og ritlistaverkætlanir (Bókmentafestivalurin, sum fer fram í løtuni).
Nú er aftur klárt at taka ímóti umsóknum, og 1.000.000 krónur eru tøkar at søkja.
Endamálið við stuðlinum er at stuðla uppundir dygd og menning innan list og mentan í Tórshavnar kommunu. Øll, sum fáast við listaligt virksemi, sum ikki er vinnuligt, kunnu søkja – listafólk, listabólkar, felagsskapir, áhugafeløg, einstaklingar og onnur.
Umsóknirnar verða viðgjørdar eftir hesum treytum:
- Heildarmeting av verkætlanini, undir hesum m.a. dygd (í breiðari merking – listalig, samfelagslig o.t.)
- Hvussu er verkætlanin við til at menna list og mentan í Tórshavnar kommunu? Tað kann til dømis vera talentmenning, nýskapan, menning av listagreinini ella øðrum
- Hvussu stuðlar verkætlanin visjónini hjá Tórshavnar kommunu: »Okkara høvuðsstaður – Virkin og Vakin«?
Søkjast kann um upphæddir ímillum 100.000 og 300.000 krónur. Tó kann stuðulsupphæddin ikki vera meira en 30 prosent av samlaðu fíggjarætlanini fyri verkætlanina.
Umsóknarfreistin er týsdagin 1. apríl 2025. Søkjast skal ígjøgnum Vangan. Nærri treytir og kunning sært tú á síðu okkara um mentanarstuðul:
Stuðul til mentan, list, ítrótt og frítíðarvirksemi
Mynd: Frá leikinum Romeo og Julia – eitt palllistarligt samstarv millum Tvazz og Det Feröische Compagnie og Glasir 2024, Gwenaël Akira Helmsdal Carré.
Kelda: torshavn.fo